Ráðstevnan á Bali var stutt eftir, at fjórða stóra frágreiðingin frá ST veðurlagspanelinum, Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC) var komin út.
Niðurstøðan av frágreiðingini var púra greið: allur ivi um, at alheims upphitingin er ein veruleiki, varð gjørdur til skammar, og IPCC kundi við meiri enn 90% vissu staðfesta, at mannaelvda útlátið av vakstrarhúsgassi er høvuðsorsøkin.
Síðani hevur verið arbeitt við at fáa eina avtalu upp á pláss, har øll heimsins lond binda seg til at minka útlátið av vakstrarhúsgassi.
Eitt týdningarmikið stig á vegnum móti eini avtalu var, tá USA gekk við til at átaka sær eina skyldu at minka um útlátið. Ein stórur trupulleiki hevur verið at fáa stóru menningarlondini, við Kina, India, Brasil o.ø. á odda at góðtaka, at tey eisini skulu binda seg til ein niðurskurð.
Nú, stutt áðrenn ráðstevnan byrjar, eru tey flestu samd um, at neyvan verður ein bindandi og framsøkin avtala gjørd í Keypmannahavn. Talan verður tí helst um eina politiska avtalu, sum arbeiðast skal víðari við, soleiðis at ein bindandi avtala kann verða gjørd á COP 16 í Mexico komandi ár.